ALS skipan fyri lesandi

Tað er lættari at leita eftir arbeiði, har tú ert búsitandi. Tí skulu lesandi sleppa beint upp í ALS eftir loknan lestur.

Seinnapartin í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um, at lesandi skulu sleppa upp í ALS, beinanvegin tey eru liðug við útbúgvingina.

Í uppskotinum heitir flokkurin á landstýrismannin í vinnumálum um, saman við stýrinum fyri ALS, at fyrireika eina skipan, har nýútbúgvin kunnu koma inn í ALS. Hetta kundi verið í eitt avmarkað tíðarskeið, til dømis í ½-1 ár. Hetta eru løntakarar, sum, hóast teir ikki hava goldið so nógv inn í ALS skipanina, koma at rinda inn restina av arbeiðslívinum, um tey arbeiða í Føroyum.

Javnaðarflokkurin ynskir, at allar forðingar fyri fólkavøkstri skulu burtur. Uppskotið er ein liður í politikkinum hjá Javnaðarflokkinum, sum skal fáa útisetar heim aftur eftir loknan lestur, og at fáa nýútbúgvin í Føroyum at støðast.

Føroyingar, sum lesa í øðrum Norðurlondum, herundir Danmark, sleppa beint upp í lokalu arbeiðsloysisskipanina eftir loknan lestur. Tá vit onki slíkt tilboð hava her heima, er vandi fyri at útisetar heldur leita sær starv í lestrarlandinum, enn at koma heim aftur at leita sær starv. Hetta av teirri einføldu orsøk, at tað er lættari at leita eftir arbeiði, har tú ert búsitandi.