ALS skal virka fyri sjófólk eisini

Nýggi vinnumálaráðharrin, Johan Dahl, fer at hava fund við ALS til tess at tryggja, at skipanin eisini skal virka fyri sjófólk

Tað hevur leingi verið stór ónøgd millum sjófólk við AL-skipanini. Ført verður fram, at sjófólk bara gjalda inn í skipanina, men fáa einki úr henni.

Sum skipanin virkar í dag, mugu sjófólk sigast upp, skulu tey sleppa inn í skipanina. Hetta merkir, at tá skip fara á beding ella fáa maskinskaða og harvið liggja í ein mánað ella meir, so merkir tað fyri manningina, at hon fær einki oysa frá ALS.

Tað sigur seg sjálvt, at tað ber illa til hjá reiðarínum at siga manningini upp, fyri at hon skal fáa útgjald frá ALS. Tí við einari uppsøgn fylgir eisini, at manningin harvið er tøk á arbeiðsmarknaðinum, og kann tí í prinsippinum krevjast í annað starv av ALS.

- Øll skipanin skal endurskoðast, men tað er serliga spurningurin um sjófólk, sum greiða má fáast á, og tí fara vit at taka ein fund við ALS fyri at bera so í bandi, at skipanin eisini fer at virka fyri sjófólk, sigur Johan Dahl, vinnumálaráðharri.

FAS-skipanin liggur eisini undir Vinnumálaráðnum, og har hevur samgongan sett sær fyri, at fáa skipanina at virka soleiðis, at hon verður áhugaverd fyri útlendsk reiðaríir.

- Vit mugu fáa FAS-skipanina marknaðarførda á ein skilagóðan hátt, so hon kann gerast enn eitt bein hjá okkum at standa á, segði Johan Dahl við Rás2, tá hann var tilnevndur vinnumálaráðharri.

Men júst henda skipan er ein trupulleiki við atliti til ALS, sum ein loysn má finnast á.

- Vit verða noyddir at finna fram til, hvussu gerast skal við tey sjófólk sum sigla við skipum, ið eru skrásett undir FAS. Skulu tey verða umfatað av AL-skipanini ella ikki, sigur Johan Dahl.

 

Spurningur um FAS

Tað er ein einki at ivast í, at verður rætt skipa fyri, so kann ein vælvirkandi FAS-skipan skapa nýggjar inntøkur til landið, og tað var júst hetta, nýggi fíggjarmálaráðharrin eftirlýsti, tá hann legði fíggjarlógaruppskotið fram á løgtingi og á tíðindafundi í gjár.

FAS-skipanin varð sett á stovn í 1992, meðan John Petersen var fiskimálaráðharri, og landsstýrið tá hevði stórar ætlanir við skipanini. Hon er kortini ongantíð farin at virka sum ætlað, og tey nógvu skipini eru ongantíð skrásett undir FAS. Í dag, eftir 16 árum, eru einans 34 skip skrásett undir FAS, og einki er at ivast í, at hetta talið kundi fleirfaldast, um skipanin gjørdist nóg áhugaverd hjá útlendskum reiðaríum, og hon samstundis verður marknaðarførd á rættan hátt.

Spurningurin liggur tó eftir, hvussu verður við teimum føroyingum, sum nú og frameftir fara at sigla við skipum undir FAS-skipanini. Skulu teir koma undir ALS ella ikki, og tað verður ein spurningur, sum greiði skal fáast á, nú skipanin verður endurskoðað.

- Tað verður í høvuðsheitinum spurningurin um at fáa ALS at virka fyri sjófólk, og so spurningurin um hvat vit gera við sjófólk, sum sigla undir FAS, sum skulu greiðast við hesari endurskoðanini av ALS, sigur Johan Dahl, vinnumálaráðharri.