ALS setir segl

Saman við navnframa skiparanum og gastronominum Birgiri Enni sleppa ungdómar nú at snodda til sjólívið umborð á Norðlýsinum.

Ungdóminum stendur nevniliga í boði at royna seg saman við Birgiri og hansara monnum umborð á Norðlýsinum. Arbeiðsloysisskipanin hevur gjørt avtalu við Birgir Enni um, at arbeiðsleysir ungdómar skulu fáa høvið at royna seg á einum longri túri við Norðlýsinum. Fyrsti túrurin verður nú í oktober, og hann verður eina lítla viku til longdar.

Umborð fara tey at læra at rigga skipið til, læra at sigla við seglum og snodda til sjólívið. Umframt tað fara tey eisini at matgera saman við Birgiri, sum er tiltikin kokkur - hetta við fiski, sum tey sjálvi fiska og skeljadjórum, sum tey sjálvi kava eftir.

Á túrinum kring Føroyar er eisini ætlanin at vitja ymisk virkir.

Ernst Jacobsen, stjóri á ALS heldur, at tørvur er á slíkum øðrvísi tiltøkum fyri at hjálpa teimum ungu fram.

- Arbeiðsloysi millum ung er ein serlig avbjóðing, og vit hava skyldu at gera alt tað, vit kunnu fyri at hjálpa teimum ungu á veg. Við hesum sleppa tey ungu at snodda til fleiri ymisk fak, tey læra eitt sindur um lívið á sjónum, tey læra at matgera og sleppa at royna at kava. Tað týdningarmesta av øllum er tó, at tey sleppa at bjóða sosialu avbjóðingunum av, tí luttakararnir fara at búgva umborð á Norðlýsinum saman við manningini, og tað krevur, at øll duga at taka atlit til hvønn annan og at laga seg eftir hvørjum øðrum, sigur Ernst.

Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum heldur, at tað er av stórum týdningi, at geva ungum fólki lívsroyndir, og hann heldur, at Norðlýsið er eitt gott skip til endamálið.

- Vit fara at sigla við seglum og virka mat úr sjónum og fjørðuni, og so fara vit eisini at vitja áhugaverd støð, sigur Birgir Enni og leggur afturat, at tað verður spennandi at vera saman øll umborð á einum skipi, har hvør hevur sínar uppgávur.

Norðlýsið loysir fyrsta túrin av hesum slagi mánadagin 24. oktober, og verður tiltakið væleydnað, er ætlanin at skipa fleiri slíkar túrar.

Mynd: Birgir Enni, Robert McBirnie og Ernst Jacobsen fegnast um samstarvið millum Norðlýsið og Arbeiðsloysisskipanini, sum inniber, at ung sleppa at royna seg umborð á Norðlýsinum.