ALS rindar undir verkfallinum

Tey, sum arbeiða á fiskavirkjum, men sum ikki sleppa til arbeiðis, tí verkfall er, fáa pengar frá Arbeiðsloysisskipanini Fólk, sum arbeiða á fiskavirkjunum, fáa pengar frá Arbeiðsloysisskipanini, sálvt um verkfallið í fiskiflotanum forðar teimum í at sleppa til arbeiðis.

-Tímalønt fólk á fiskavirkjunum eru tryggjað 32 tímar um vikuna, og tann peningin fáa tey, sigur Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, við Kringvarpið.

ALS hevur roknað út, hvussu nógv skipanin skal gjalda, og tað vísir seg, at umleið 1.100 fólk á fiskavirkjunum fara at fáa 2,1 milliónir krónur um vikuna. Og tann stuðulin kunnu tey fáa í átta vikur. Tey sum fáa fasta løn á fiskavirkjunum, fáa ikki útgjald frá ALS.

Fiskimannafelagið fer í morgin at umrøða, hvussu nógv fiskimenn í verkfalli skulu fáa í stuðuli.