Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava kvinnurnar meirilutan í Havnanevndini í Tórshavnar býráð. Tær tríggjar, Annika Olsen, Hildur Eyðunsdóttir og Marin Katrina Frýdal manna nevndina saman við Leivi Hansen, núverandi formanni og Bjarta Mohr fyrrverandi formanni.
Leivur Hansen, sum sat í nevndini farna valskeið, er nú formaður, og hann hevur ongantíð roynt hetta áður. Men hann leggur dent á, at hann als ikki dugir at síggja nakran sum helst vansa í, at kvinnurnar hava meirilutan í einari nevnd sum Havnanevndini.
? Vit eru væl øll har fyri at menna Tórshavnar Havn og harvið inntøkurnar hjá kommununi og havnini, so kann tað vera líkamikið, um man er kvinna ella maður, slær Leivur fast.
? Tað hevur onkuntíð áður verið onkur einstøk kvinna í nevndini, men ongantíð tvær og so slettis ikki tríggjar, sigur Leivur Hansen, sum heldur, at tað er bara gott, at kvinnurnar eisini koma í slíkar nevndir.
Hann heldur, at hetta so avgjørt vísir, at kvinnur hava áhuga fyri øðrum enn bara teimum bleytu virðunum, og at tær hava meiningar um onnur ting. Eitt nú havnaviðurskiftini í kommununi.
Uttan lóggávu
Leivur Hansen sigur, at við seinasta kommunuvalið hevur kommunan fingið tað býtið millum menn og kvinnur, sum so nógv er rópt um seinastu árini.
? Tað er útmerkað og enn og betur, at vit megnaðu at fáa hetta javna býtið uttan lóggávu, sigur Leivur, sum heldur fram, at veljarin hevur talað, og tað skal hann framhaldandi eisini sleppa. Hann heldur als ikki, at ein lóggáva á hesum økinum hevði verið góð. Hinvegin heldur hann, at hon hevði avmarkað fólkaræðið.
Havnanevndin fer eisini at hava sín fyrsta fund í komandi viku, har tey fara at skipa seg og áseta fundardagar. Men á skránni verður eisini ein kunning um øll tey viðurskiftini og málini, sum eru í Havnanevndini, fyri teimum trimum nýggju limunum.
? Vit kenna tað sum okkara skyldu at kunna teir nýggju limirnar um arbeiðið, sum gongur fyri í nevndini, sigur Leivur.
Hann sat í Havnanevndini í andstøðu seinasta valskeið, men hann sigur, at Havnanevndin er ein sera góð nevnd at sita í ? óansæð um tað er í andstøðu ella samgongu.
? Samstarvið í nevndini hevur verið avbera gott ta tíðina eg havi verið í henni, og eg rokni heilt avgjørt við, at tað fer at halda fram, sigur formaðurin í Havnanevndini í Tórshavnar býráð, Leivur Hansen.