Tjóðveldistingmaðurin vildi hava at vita frá landsstýrismanninum, hvat hann heldur um, at stóru laksavirkini ikki tryggja starvsfólkunum eina ársløn, men dúva uppá fiskavirkisskipanina hjá ALS.
Henrik Old, landsstýrismaður, helt, at tað besta sjálvandi hevði verið um partarnir á arbeiðsmarknaðinum samdust um eina fastlønarskipan, so sleppast kann undan, at ALS skal spaða til lønirnar.
Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, vildi hava at vita, hvat tað er sum forðar fyri, at ein fastlønarskipan fæst í lag.
Ruth Vang, Framsókn, helt, at tað eisini er neyðugt, at vinnan fær góðar karmar, so árslønin verður tryggjað. Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, helt eisini, at hetta málið eigur at verða loyst, tí tað ber til.
Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin, vísti á, at hann er samdur við landsstýrismannin í, at hetta er eitt mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at loysa.
Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, helt eisini, at her er talan um eitt arbeiðsmarknaðarmál, sum politikararnir eiga at halda fingrarnar frá.