ALS og barnsburðargrunnur

Summar politiskar skipanir hava sínar fíggindar frá fyrsta degi. Ein er Samhaldsfasti, sum Fólkaflokkurin ongantíð hevur góðtikið, tí hann er ein solidarisk - samhaldsføst - skipan. Og nú er lít til, at ALS heldur ikki fær fríð.

Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur mælt til at brúka pening í ALS sum grundfæ til tann nýggja barnsburðargrunnin, sum skal skipast. Hetta ljóðar áhugavert, men er tað nú rætt at leggjast á ein part av fænum hjá ALS?


Finnbogi Arge hevur rætt í tí, at vit eru komin úr ringastu kreppuni. Tað er eydnast at konsolidera samfelagið og arbeiðsloysið er lítið. Tí er heldur ikki so nógv brúk fyri ALS sum tað hevur verið.


Hinvegin skulu vit minnast til, at tað skal ikki nógv til, fyri at fólk aftur kunnu enda í arbeiðsloysi. Minkandi fiskiskapur og lækkandi prísur ávirkar skjótt eftirspurningin eftir arbeiðsorku, og ringvirkningurin í samfelagnum ger seg skjótt galdandi. Ikki minst tí, at vit nú hava eina arbeiðsloysisskipan,s um fólk ikki hveppa sig við at venda sær til, um tey gerast arbeiðsloys. Øðrvísi var við almennu forsorgarhjálpini.


Eisini skulu vit minnast til, at tá vit komu í kreppuna fyrst í nítiárunum, var ferð eftir ferð havt á munni, at sjálvandi skuldu vit havt koyrt pening í arbeiðsloysisgrunn í teimum góðu árunukm. Men tá varð alt brúkt til ovurhondsstórar íløgur í hús, bilar, bátar og til ymiskt marglæti, ferðir suðureftir og annað.


Grundað á hesa sannroy d eiga vit at savna meiri pening saman, áðrenn vit kanska fyrst hækka gjaldið til tey arbeiðsleysu ella lækka inngjaldið eitt sindur, um grunnurin veksur seg alt ov stóran.


Harafturat eigur einki at verða gjørt uttan í samráðingum við fakfefeløgini og arbeiðsgevarar, tí minnast skal á, at talan er ikki um eina almenna skipan, men um eina skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum varða av.


Harafturat má ætlanin um ein barnsburðargrunn eisini gerast í samsvari við ta skipðan, sum tann almenni parturin á arbeiðsmarknaðinum longu hevur gjørt.