##med2##
Tað var longu fyri hálvum øðrum ári síðani, at Arbeiðsloysisskipanin setti seg í samband við íslendsku arbeiðsloysisskipanina um møguleikan at fáa arbeiðsfólk hendanvegin.
– Men so kom korona og órógvaði ta royndina. Men vit hava í dag sent ein lista til Íslands, har vit lýsa tørvin á starvsfólki í Føroyum.
Tað sigur Magni á Deild Olsen, stjóri á Arbeiðsloysskipanini.
Hoyrið samrøðu, sum FM1 hevði við stjóran á Arbeiðsloysisskipanini um málið við at trýsta á pílin niðanfyri: