Spurningurin, hvussu stórt ræði politikarar skulu hava á ALS, verður royndur í løgtinginum í næstu viku.
Í kjalarvørrinum á orrustuni um gylta lógvatakið hjá nú fyrrverandi ALS-stjóranum er landsstýrismaðurin í vinnumálum komin í løgtingið við lógaruppskoti, ið skal heimila honum at áseta løn til ALS-stjóran og samsýning til stýrislimir.
Endamálið við lógarbroytingini er, sambært Johan Dahl, at tryggja, at løn til stjóra og samsýningar til stýrislimir fylgja teimum lønartreytum, sum eru galdandi fyri nevndarlimir og stjórar hjá tí almenna annnars. Lógaruppskotið skal til fyrstu viðgerð hósdagin.
Tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, ið vara av Arbeiðsloysisskipanini, meðan landsstýrismaðurin í vinnumálum útnevnir formannin fyri ALS-stýrið. Fleiri stýrislimir halda, at lógarbroytingin hjá Johan Dahl ger seg ov nógv inn á frælsið hjá ALS at skipa seg.
Her eru brot úr viðmerkingum frá stýrislimum:
Eg kenni, at stýrið við hesari útmelding frá landsstýrismanninum er fullkomuliga sett til viks, og hoyringin av stýrinum tykist tí bert at vera eitt eiti. Sum stýrislimur fyri tey alment løntu haldi eg tað er av stórum týdningi, at stýrið og landsstýrismaðurin vísa virðing fyri hvørjum øðrum, men omanfyri nevnda mannagongd haldi eg tíverri ikki bendir á, at landsstýrið vísir okkum stýrislimum neyðugu virðingina.
-Vár í Gong, stýrislimur fyri almennu fakfeløgini
Soleiðis sum arbeitt hevur verið so er tað stýrið fyri ALS, sum hevur fullu ábyrgdina av skipanini og politiska skipanin hevur respekterað hetta í øllum lutum higartil. Uppskot frá ALS um broytingar í skipanini eru farin gjøgnum løgtingið uttan broytingar og skulu vit varðveita hetta sjálvræðið so eiga við staðiliga at mæla frá hesi broytingini.
-Marita Rasmussen, stýrislimur fyri privatu arbeiðsgevararnar
Um landsstýrismaðurin fremjur hasa lógarbroytingina í ALS, so hevur hann tikið ræði av stýrinum. Og hvat skal eitt stýri fyri ALS sita til, um alt ræði fyri ALS skipina skal verða í Vinnumálaráðnum.
-Ingeborg Vinther, stýrislimur fyri løntakarar á privata arbeiðsmarknaðinum
Eyðstein Djurhuus, sum umboðar sjómannafeløgini og Snorri Fjalsbak, sum umboðar almennu arbeiðsgevararnar, taka undir við uppskotinum. Viberg Sørensen, sum umboðar reiðararnar, tekur ikki undir við uppskotinum, men hevur annars ikki fleiri viðmerkingar.









