Tíðin, tá arbeiðsleys nærmast kunnu velja og vraka arbeiðstilboð, er helst farin. Krøvini til fólk, sum eru í arbeiðsloysisskipanini, verða væntandi herd í næstum.
Ein samd Vinnunevnd tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í Vinnumálum um millum annað at geva harðari revsing til tey í ALS-skipanini, sum áhaldandi ikki taka av arbeiðstilboðum.
Í núverandi lóggávu missir tann arbeiðsleysi ALS-stuðul í fýra vikur, um viðkomandi noktar at taka arbeiði ? óansæð og tað er óansæð, um tað er fyrstu ferð, at viðkomandi sigur nei til arbeiðið, ella um hetta er vorðin ein vani.
Men hetta verður nú broytt.
Í nýggja uppskotinum missir tann arbeiðsleysti stuðulin í fýra vikur fyrstu ferð, átta vikur aðru ferð, 12 vikur triðju ferð, og fjórðu ferð missir viðkomandi ALS pengarnar í 16 vikur.
Harumframt leggur uppskotið upp til, at fólk í ALS-skipanini, sum ikki møta upp til skeið, tey eru meldað til umvegis ALS, sjálvi skulu endurrinda útreiðslurnar, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur havt til skeiðið.
Uppskotið um at herða treytirnar í ALS hevur aðru viðgerð á næsta tingfundi, sum er týsdagin í næstu viku.