Tá ið Fiskavirking fór av knóranum fyri einum ári síðan, reyk arbeiðsloysið upp um 2100.
Talið lækkaði tá støðugt til august í ár og er síðan hækkað støðugt. Í seinastu viku vóru yvir 1700 fólk, sum fingu útgjald frá ALS.
Hetta fær tó ikki Ernst Jacobsen, stjóra í ALS til at rópa varskó.
ALS er væl fyri og tolir í tvey trý ár at hava hall.
- Men vit mugu ansa væl eftir, at kassin ikki tømist, og stýrið fyri ALS fylgir alla tíðina væl við, hvussu er við inntøkum og útreiðslum, sigur Ernst Jacobsen.
Beint nú eru ongar ætlanir um at hækka inngjaldið, sum gerast kann við kunngerð.
Talið ar arbeiðsleysum fólkum hækkaði nakað, tá ið makrelfiskiskapurin steðgaði. Tá komu 20-25 fólk aftrat inn í skipanina.
- Annars er líkt til, at vit hava árstríðararbeiðsleys, og tað kann vera orsøkin til, at arbeiðsloysið er hækkað seinastu mánaðirnar, sigur Ernst Jacobsen, sum har serliga hugsar um handverkararnar, sum hava minni at gera um veturin.
Hallið hjá ALS fer í ár at liggja millum 160 og 180 mió. krónur.









