"Hvønn førleika hjá arbeiðsfólki hava føroyskar fyritøkur tørv á?"
Hetta er spurningur, sum ALS vil hava svarað í kanning, sum verður gjørd í samstarvi við Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning.
Eftir eitt tíðarskeið við sera lágum arbeiðsloysi, er talið av arbeiðsleysum í Føroyum vaksið tey seinastu tvey árini, og í juli vóru tað stívliga 1.700 fulltíðar arbeiðsleys í Føroyum, ella nærum fimm ferðir so nógv sum í august í 2008, tá tað vóru um 350 fulltíðar arbeiðsleys.
Ein av uppgávunum hjá ALS er at hjálpa arbeiðsleysum at koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin, og í hesum sambandi bjóðar ALS arbeiðsleysum førleikamennandi skeið. Og fyri at fáa eina greiðari mynd av, hvørjar førleikar vinnuni tørvar, hava vit gjørt av at gera eina kanning, soleiðis at ALS meiri miðvíst kann bjóða skeið, sum geva fólki førleikar, sum vinnuni tørvar, sigur Ernst Jacobsen, stjóri í ALS.
Kanningin verður gjørd í samstarvi við Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, sum fyrst í komandi viku fer at seta seg í samband við føroyskar fyritøkur um at svara spurningum í hesum sambandi. Úrslitini av kanningini verða tøk seinni í heyst.