Endamálið við kanningini er at fáa eina mynd av støðuni í dag, við atliti til trongar (fløskuhálsar) og møgulig førleikagevandi tiltøk.
Somuleiðis er ætlanin at fáa eina mynd av rákinum á arbeiðsmarknaðinum, og við nøktandi grundgevingum vísa á, hvørjir trongar og møguleikar eru fyri framman. Kanningin skal ikki bert geva eina støðumynd, men skal fylgjast upp leypandi.
ALS ger kanningina fyri at styrkja um vitanina, og fyri harvið at kunna ráðgeva betur, umframt at laga førleikagevandi tiltøk til støðuna.
Slíkar kanningar eru ikki gjørdar fyrr, og nú vit standa á markinum til eina møguliga oljuvinnu, har stórar broytingar kunnu henda á arbeiðsmarknaðinum, er ein slík kanning av týdningi fyri samfelagið sum heild, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.










