bilmekanikarin, Ragnar Petur Joensen, heldur, at tað ber als ikki til at skera yvir ein kamb, og siga, at konufólk duga verri at koyra enn mannfólk.
? Her á verkstaðið koma meira mannfólk, men ofta eru tað konufólkini, ið vilja hava bilin gjørdan, og biðja mannin fara við honum, sigur Ragnar.
Á bilverkstaðnum Rag-Vag í Kollfjarðadali er ein grøv, sum tey, ið koma við bilum, skulu koyra yvir. Tá bilurin er liðugur, skulu tey bakka út aftur. Ragnar sigur, at tá verður sagt við bilføraran, at hann skal bakka beint.
? Tað vísir seg, at tað bara eru konufólkini, sum bakka beint. Mannfólkini skulu altíð venda og manererast, og tí eydnast tað teimum ongantíð at bakka bilin beint út.
Tá konufólk koma við bilinum er tað sum oftast, tá maðurin ikki er heima. Møguliga er hann til skips ella uttanlands, og tá koma tær sjálvar við bilinum.