- Als ikki væntað nakað

19 ára gamli KÍ verjuleikarin, Atli Danielsen, er spildurnýtt andlit í føroyskum landsliðshøpi, eftir at landsliðsvenjarin Henrik Larsen fyrstu ferð úttók hópin hósdagin. Atli Danielsen er tó ikki millum 18 teir fyrstu til vinardystin móti Liktinstein

19 ára gamli Atli Danielsen hevur í fjør og í ár ment seg til ein av stuðulsleikarunum á besta KÍ liðnum, og hóast hann ikki hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum, er hann við sínum avrikum millum mest lovandi leikarar í landinum.
Avrik hansara eru nú lønaði við einum plássi í bruttohópinum hjá Henrik Larsen og Jógvan Martini Olsen, sum telur 22 mans, og hóast hann ikki er millum teir fyrstu 18 í vinardystinum móti Liktinstein, er hetta ein greið ábending til unga KÍ leikaran.
- Eg hevði als ikki vænta at fáa boð frá landsliðnum, og hóast hetta er ein bruttohópur til ein vinardyst, verður ógvuliga spennandi at lukta til tað, sigur Atli Danielsen. Hann sigur, at málið er at gerast fastur maður í hópinum, men at hann fyrst og fremst ynskir at spæla væl fyri KÍ, og síðani síggja, hvussu langt tað røkkur. Atli hevur verið stuðulsleikari á føroysku ungdómslandsliðunum, har Jógvan Martin Olsen hevur verið venjari, og tískil kennir hjálparvenjarin nógv til Atla Danielsen.
Eitt annað nýtt andlit er eisini á føroyska landsliðnum, og er tað viðleikarin hjá Atla Danielsen, Ovi Nysted úr KÍ. Ovi er 22 ára gamal, og tíverri fingu vit ikki fatur á Ova Nysted.