Soleiðis sigur Atli Gregersen, verjuleikari hjá Víkingi, sum sjálvsagt var fegin um stigini, sum liðið vann í Gundadali leygardagin.
- Odmar Færø spældi bóltin til Róald Jacobsen, og síðan fekk Odmar Færø hann aftur. Ímeðan stóðu vit og hugdu. Soleiðis var tað í stórum løtum. Men vit hava fult tamarhald á og sigurin var uppiborin. B36 er ein “sleeping giant”, sum onglendingar siga, og vit høvdu væntað okkum ein torføran dyst. Tað royndu teir eisini, men vit stóðu ímóti, sigur Atli Gregersen, sum er fegin um mongu rennitúrarnar við venjaranum í vetur.
- Jógvan Martin Olsen legði stóran dent á kropsligu venjingina í vetur. Tað kemur okkum av álvara til góðar nú, tá vit hava fleiri dystir eftir fáum døgum, sigur Atli Gregersen.