Als ikki tryggjaðar

Unn Kragesteen úttalar seg um dystin móti VB um vikuskiftið

Hóast Neistin við sigrinum í gjár hevur beina kós móti FM-finaluni, so staðfestir Unn Kragesteen, at einki er avgjørt.

- Vit hava tapt tvær ferðir móti Kyndli í hesum kappingarárinum, og vit fáa ein sera torføran dyst komandi sunnudag. Vit skulu stríðast til tað síðsta. Eg vil siga, at dysturin móti VB var tann fyrsti av trimum finalum, sigur Unn Kragesteen.

Tit ansaðu serliga væl eftir Daivu Toumaite frá byrjan, men hon fekk 15 mál?

- Ja, men tað var kanska eisini avgerandi fyri dystin. Alt ov nógv liggur á herðunum á henni, meðan vit spæla meira fjølbroytt. Vit hava fleiri málskjúttar, og allar taka ábyrgd. Eg hevði væntað, at dysturin fór at vera nógv merktur av tekniskum mistøkum, men soleiðis varð ikki. Nú er fyrsta slagið í øllum førum vunnið, staðfestir Unn Kragesteen, sum ikki merkti á mótstøðuliðnum, at tær høvdu spælt strævnan dyst dagin fyri.