Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Jákup Sverra Kass á Rás2
- Nei, vit eru als ikki samd við niðurstøðuni hjá Vørn.
Tað sigur stjórin á Vága Floghavn, eftir at Vørn í morgun alment setti spurnartekin við brunatrygdina á flogvøllinum.
Les eisini: Brunaeftirlitið ivast í fólkatrygdini á flogvøllinum
Sambært Vørn, hevði byggimyndugleikin - Sørvágs Kommuna - latið Vága Floghavn nýtsluloyvi, áðrenn nóg neyva málsviðgerð frá Vørn. Borgarstjórin í Sørvágs Kommunu vísti tá á, at tey hava havt aðrar brunaserfrøðingar at gera metingar, og hesir blástemplaðu Vága Floghavn.
Les eisini: Borgarstjórin: Okkara arbeiði er nóg gott
Jákup Sverri Kass vísir enntá á, at hann hevur ilt at skilja hví Vørn skal alment út at heingja Vága Floghavn út á henda hátt.
- Sjálvandi taka vit teirra tilmæli til eftirtektar, men veruleikin er, at brunaeftirlitið við Vága Floghavn er ikki longur eitt mál fyri Vørn. Síðani 1. apríl 2013 hevur hetta nevniliga verið ábyrgdarøki hjá kommunum. Vit eru ógvuliga hørm um, at Vørn leggur so hvassliga eftir okkum, tá ið tey ikki hava grein í síni sak, sigur formaðurin fyri Vága Floghavn.










