Als ikki nøktandi

- Vit eiga at fáa meira burtur úr í dag.

Tórður Lervig stóð fyri vandamiklastu atsóknunum hjá klaksvíkingum í seinna hálvleiki, tá hann í tveimum førum var um at lumpa Andras Gango eftir beinleiðis fríspark. Og framherjin, sum var innskiftur tíðliga í seinna hálvleiki, var harmur um, at tað ikki eydnaðist.

- Vit hava ov lítið hugflog. Áki Petersen, Poul Ennigarð og Jan Ellingsgaard, sum vóru í verjuni hjá teimum, eru allir vælvaksnir leikarar, men allíkavæl velja vit oftast at senda bóltin í høvdið á teimum. Vit skuldu flutt okkum betri í teirra hálvu og fingið teir at renna, men tað er lætt at siga aftaná, staðfestir Tórður Lervig.

Í Klaksvík saknast tey framvegis eftir fyrsta sigrinum í 2009. Hvat skal broytast?

- Einki. Allir eru fúsir til venjing og til reiðar at stríðast.