Als ikki fyri sjófólk

Ein tann størsti varðin í løntakarasøguni er arbeiðsloysisskipanin. Tó so, ongin skipan er so góð, at hon ikki krevur ábøtur, so hvørt brekini vísa seg. Hetta mundu teir báðir tingmenninir Henrik Old og Gerhard Lognberg sanna, nú teir løgdu uppskot til broyting í løgtingslóg um ALS fyri tingið.

Tað hevur nevnliga verið so, at hóast sjómenn og reiðarar gjalda milliónir inn í grunnin, so fæst onki út aftur, um ikki maður fær sekkin. Nú hendir tað tíbetur sjáldan, at menn verða blakaðir í land. Men hóast tað so ganga sjómenn stundum arbeiðsleysir. Tað er, tá skipini fara á verft. Og hetta tekur ofta drúgva tíð. Mangan 3 og 4 mánaðir. Menn eru ikki uppsagdir, men arbeiðsplássið er "niðurlagt", teir eru arbeiðsleysir.
Uppskotið miðaði eftir, at lá skip longur enn 14 dagar vegna umvæling, skuldi manningin fá útgjald úr ALS. Í viðmerkingunum meta teir báðir tingmenninir, at miðal manningartalið er 10, og skipini, sum eru til umvælingar, er millum 5 og 10. Eg hugsi, hesi tøl eru ov lág. Miðalmanningartalið er minst 13, og skip í umvæling er minst 10. So einir 130 til 150 sjómenn eru arbeiðsleysir partar av árinum.
Tað skuldi verið upplagt, at eitt slíkt uppskot vann frama í tinginum. Men nei, samgongan og sambandsflokkurin feldu uppskotið. Sjófólk skal framhaldandi betala uttan at fáa nakað aftur.
Grundgevingin sigst vera, at ein nevnd skal endurskoða reglugerðina fyri ALS. Henda umberingin heldur ikki. Fyri tveimum árum síðani broytti løgtingið ferðslulógina eftir uppskotið frá undirritaða, bert 2 mánaðar áðrenn landsstýrismaðurin legði eina heilt nýggja ferðslulóg fyri tingið við nevndu broyting innbygdari. Tað sama átti sjálvandi at verið gjørt í hesum føri eisini. At fella hetta sjálvsagda uppskotið, við tí grundgeving at reglugerðin skal endurskoðast og møguliga eina ferð í tíðini broytast, er undanførsla.
Hvussu leingi fara manningarfeløgini og reiðarafelagið at góðtaka, at teirra limir gjalda ein skatt, sum teir onki fáa fyri?
Eg hevði nú ikki væntað tað stóra av hesi høgranationalistisku samgonguni, men at sambandsflokkurin skuldi ganga ímoti, tað skuffar meg stórliga. Sjómenn fylgja væl við, og teir hava longu noterað sær atkvøðugreiðsluna. Tað var eg biðin at heilsa sambandinum.