ALS hækkar gjaldið aftur

Økingin av útgjaldinum av arbeiðsloysisstuðli, og minni inntøkur, orsaka av lægri lønarvøkstri enn væntað, er høvuðsorsøkin til, at ALS-gjaldið aftur hækkar úr 0,5 til 0,75 frá 1.september í ár

Í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnir fríggjadagin boðar Arbeiðsloysisskipanin frá,
at ALS-gjaldið frá 1.september í ár hækkar úr 0,5 til 0,75 %. 1. januar í ár varð gjaldið annars sett niður úr 1,25 % til 0,5 %, men nú hevur so leiðslan í ALS avgjørt at hækka gjaldið aftur.

Økt útgjald og lægri inntøkur enn væntað
Grundgevingin fyri hækkanin er, at tølini fyrstu fimm mánaðirnar í ár vísa, at útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli hetta tíðarskeiðið er út við 19 % hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Úr ALS verður sagt, at økingin av útgjaldinum kemur í høvuðsheitum av øktum arbeiðsloysi og hækkandi útrokningargrundarlagi hjá tí einstaka.
Somuleiðis er inngjaldið til arbeiðsloysisskipanina hesar fyrstu fimm mánaðirnar av árinum lækkað við heili 59%, samanborið við tølini í fjør. Høvuðsorsøkin til lækkanina av inngjaldinum er, at ALS-gjaldsprosentið 1.januar 2003 varð lækkað úr 1,25 % niður í 0,50 %.
Samlaðu lønarútgjaldingarnar í føroyska samfelagnum hava eisini verið lægri, enn Arbeiðsloysisskipanin hevði væntað, og tískil hava inntøkurnar heldur ikki staðið í mát við metingarnar, sum vóru gjørdar tá fíggjarætlanin fyri 2003 varð løgd. Úr ALS verður sagt, at verður gjaldið ikki hækkað, so er vandi fyri, at tað verður tært av eginognini hjá stovninum.