ALS-Gølan: Vit skuldu sagt sannleikan beinanvegin

Stýrið í AlS kundi sloppið undan hesi gøluni í sambandi við, at stjórin, Ernst Jacobsen, varð sagdur upp.

Tað sigur ingeborg Vinther, limur í stýrinum fyri ALS, har hon umboðar fakfeløgini.

Hon sigur, at avtalan var, at formaðurin skuldi siga tað, sum sigast skuldi og tað virdu hinir stýrislimirnir.

Men hon heldur, at kunningin til almenningin fór heilt av sporinum og at tað er hetta, sum hevur elvt til misnøgdina allastaðni.

- Tað varð ført fram, at stjórin hevði sagt upp sjálvur og at hann fór úr starvi alt fyri eitt, men at hann hevði fingið 14 mánaðarlønir við sær.

- Øll, sum duga at hugsa, vistu beinanvegin, at her búði okkurt annað undir.

- Tað er heldur ikki rætt, at stjórin segði upp sjálvur. Tað vóru samstarvstrupulleikar, sum elvdu til, at stýrið hevði mist álitið á stjóranum og vildi hava hann frá, sigur Ingeborg Vinther.

- Tað skuldu vit havt fortalt almenninginum beinanvegin, so høvdu vit sloppið undan hesi gøluni.

Hon vil ikki siga, hvørjir samstarvstrupulleikarnir vóru

Men hon leggur afturat, at tað er als ikki ókent, at tað kostar at sleppa av við ein stjóra.

- Ernst Jacobsen hevur ikki gjørt nakað ólógligt, ella stolið úr kassanum. Hevði hann tað, kundi hann verðið uppsagdur upp á standandi fót.

Men at sleppa av við ein stjóra av samstarvstrupulleikum kostar og tískil máttu vit gera eina fráfaringaravtalu, hóast tað er ein herskin biti at svølgja.

Hin møguleikin var at ganga eftir fyrisitingarlógini við eini drúgvari uppsagnartilgongd, og kanska einum rættarmáli og tað kundi skjótt kosta nógv meiri, umframt at ALS hevði verðið lagt meiri og minni lamið hesa tíðina.

- Eg standi við tað, vit hava gjørt og eg fari ikki at vaska mínar hendur, sum onnur gera.

Ingeborg Vinther vísir eisini á, at í 1997 var eisini ein stjóri í ALS loystir úr starvi upp á standandi fót undir líknandi umstøðum, sum Ernst Jacobsen, er farin frá.

- Tann stjórin fekk eisini eina fráfaringaravtalu, har hann fekk løn í 13 mánaðar eftir at hann var farin úr starvi.

- Men ta ferðina varð alment boðað frá, at talan var um samstarvstrupulleikar og tað hoyrdist ikki eitt orð aftur um tað, sigur Ingeborg Vinther.

Hon vil ikki siga, um hon fer at leggja frá sær av hesi orsøk, men hon dugir ikki at síggja, at tað loysir nakran trupulleika at skifta stýrið út.