Eyðfinnur Jacobsen, nývaldur formaður í stýrið fyri ALS, hevur fyribils ongar viðmerkingar til atfinningarnar um fíggjarligu gongdina hjá Arbeiðsloysisskipanina.
Hann váttar tó, at stýrið er farið at viðgera málið.
Í gjár kom undan kavi, at 20 ára veitslan hjá ALS kostaði ikki góðar 400.000 krónur, men 800.000 krónur. Men rokningin er bara toppurin av ísfjallinum, sambært nýggja stýrisliminum í Arbeiðsloysisskipanin.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur seg vera skelkaðan av fíggjarstøðuni í ALS.
- Í ár kemur ALS at brúka heili 52 milliónir krónur til annað enn arbeiðsloysisstuðul. Tað veri seg grundrakstur, starvsvenjing og skeið. Tað hendir, samstundis sum ALS við verandi arbeiðsloysi kemur at hava 80 milliónir krónur í halli í ár, sigur Eyðstein Djurhuus.
- Eg má bara ásanna, at her er alt farið fullkomiliga av sporinum, sigur Eyðstein Djurhuus.
Eyðfinnur Jacobsen hevur sum nevnt ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, annað enn at stýrið er farið at viðgera málið. Hann kann tó vátta, at tølini, sum Eyðstein Djurhuus førir fram, eru røtt.