20 ára veitslan hjá ALS kostaði ikki góðar 400.000 krónur, men 800.000 krónur. Men rokningin er bara toppurin av ísfjallinum, sambært nýggja stýrisliminum í Arbeiðsloysisskipanin.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur seg vera skelkaðan av fíggjarstøðuni í ALS.
- Í ár kemur ALS at brúka heili 52 milliónir krónur til annað enn arbeiðsloysisstuðul. Tað veri seg grundrakstur, starvsvenjing og skeið. Tað hendir, samstundis sum ALS við verandi arbeiðsloysi kemur at hava 80 milliónir krónur í halli í ár, sigur Eyðstein Djurhuus.
- Eg má bara ásanna, at her er alt farið fullkomiliga av sporinum, sigur Eyðstein Djurhuus.
Í kjalarvørrinum av gylta lógvatakinum til nú fyrrverandi stjóran varð upplýst, at 20 ára hátíðarhaldið síðst í august í fjør kostaði góðar 400.000 krónur. Men hetta er langt frá satt.
Samlaða rokningin fyri 20 ára veitsluna er 800.000 krónur. Og rokningin kundi enntá verið munandi hægri, tí eftir ætlan skuldu øll starvsfólkini í ALS fáa eina ókeypis ferð til Íslands at hátíðarhalda seg sjálvi og arbeiðsplássið.
Meira um málið í tíðindunum á Rás2 á middegi.










