ALS avlop fyri fyrstu ferð í fleiri ár

Nógva virksemið í landinum og hækkandi lønarútgjaldingar eru millum orsøkirnar til góða úrslitið.

Í Arbeiðsloysisskipanini fegnast tey í dag, nú nýggjast tølini benda á, at stovnurin hevur yvirskot fyri fyrstu ferð í fleiri ár.


Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum boðar stovnurin frá, at ein fyribilsuppgerð vísir eitt avlop higartil í ár.


- Eftir fleiri ár við samanlagt næstan 400 mió. krónum í hallum, gongur nú aftur framá hjá Arbeiðsloysisskipanini.


- Hóast tølini ikki eru grannskoðaði og endalig, so vísir ein fyribilsuppgerð, at úrslitið fyrstu átta mánaðirnar í ár er eitt avlop á 23,7 mió. Krónur.


- Roknað verður við, at tá árið í ár er farið aftur um bak, fer samlaða úrslitið at verða á leið 40-42 mió. krónur.


Orsøkin til góðu gongdina er sambært stovninum nógv virksemi er í landinum, hækkandi lønarútgjaldingar og lágt arbeiðsloysi. .


- Nógva virksemið, sum er í landinum og hækkandi lønarútgjaldingarnar gera, at inntøkurnar hjá ALS vaksa støðugt. Higartil í ár hava tær verið slakar 133 mió. krónur og roknað verður við, at tær fara at tátta í 203 mió. krónur fyri alt árið. Til samanberingar vóru samlaðu inngjøldini 190 mió. krónur í 2014.


- Jaliga gongdin í arbeiðsloysinum hevur við sær, at samlaðu útgjøldini av arbeiðsloysisstuðli eru minkaði nógv. Tá útgjøldini vóru størst aftur í 2011, rindaði ALS oman fyri 308 mió. krónur út, og upphæddin kom niður á slakar 166 mió. krónur í 2014. Fyrstu átta mánaðirnar í ár eru samlaðu útgjøldini 95,8 mió. krónur, og roknað verður við, at útgjøldini fara at verða á leið 140 mió. krónur, tá árið er liðugt.

- Bíligari rakstur ger eisini, at rakstrarúrslitið heldur á at batna.


Stovnurin vísir í tíðindaskrivinum á, at yvirskotið kemur væl við hjá stovninum, ið fer at brúka tað til at brynja seg til framtíðina.


- Tað er sera umráðandi, at Arbeiðsloysisskipanin - nú arbeiðsloysið er so lágt, sum tað ikki hevur verið seinastu sjey árini - aftur megnar at konsolidera seg og byggja fíggjarligu fríholtini upp aftur, so skipanin hevur neyðugu fíggjarligu orkuna at standa ímóti við, tá arbeiðsloysið einaferð aftur fer at vaksa.


- Lógarbroytingarnar, sum Tingið samtykti fyri summarfrítíðina fara at bøta væl um fyritreytirnar fyri at tryggja búskaparliga haldførið hjá skipanini, og bæði stýrið og leiðsla í ALS hava góðar vónir um, at skipanin fer at hava neyðugu styrkina, so hon framhaldandi kann virka sum ein samfelagsbúskaparliga útjavnandi skipan, tá konjunkturarnir sveiggja.