- ALS átti eisini at veitt lesandi stuðul

Avtalan um A-stuðul til útisetar er tryggjað, sum merkir, at tey hava betri fíggjarligar treytir enn lesandi í Føroyum.


Í farnu viku frættist tað, at Føroyar vóru í ferð við at fáa eina a-stuðuls avtalu í lag við Danmark. Avtalan skuldi tryggja, at føroyingar kunnu fáa betri fíggjarligar sømdir, tá ið tey koma heimaftur eftir loknan lesnað.


Í gjár var avatalan millum avarandi donsku myndugleikarnar og Vinnumálaráðið í Føroyum undirskrivað. Sostatt verður tað veruleiki, at nýútbúgvin frá 1. januar kunnu taka A-stuðulin við til Føroya.

 

Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóðaskrivstovuni fegnast um avtaluna.


- Hetta kann vera við til at venda vánaligu gongdini  har helvtin av teimum lesandi uttanfyri Føroyar ikki koma heimaftur. Tey kunnu koma heim at leita eftir arbeiði í tríggjar mánaðar uttan at stúra fyri tí fíggjarliga, sigur hann

 

Tað margháttliga við avtaluni er, at tað eisini merkir, at føroyingar, sum lesa í Danmark, nú fáa betri fíggjarligar sømdir, enn tey, sum lesa í Føroyum.

 

- Ja, tað er soleiðis, at man ikki hevur eins góðar skipanir í Føroyum fyri tey lesandi. Eg haldi avgjørt, at tað hevði verið ein góð íløga fyri samfelagi, um ALS kundi taka lesandi inn í eina líknandi skipan her í Føroyum, sigur Holger Arnbjerg.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Holger Arnbjerg