ALS á rundferð í Føroyum at hitta arbeiðsleys

Tey í ALS vilja fegin hava persónligt samband við arbeiðsleys

- Vit vilja fegin hava eitt betri persónligt samband við okkara viðskiftafólk.

 

Tað sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS.

 

Tí fara starvsfólk í Arbeiðsloysisskipanini beint eftir nýggjar sostatt at ferðast kring landið at hitta hvørt einstakt av teimum 1.000 fólkunum, sum eru arbeiðsleys.

 

Magni á Deild Olsen sigur, at hetta er ein rundferð, sum byrjar tann 6. ella  7.  januar og sum varar í fleiri vikur.

 

Tá ið stovnar í Havn vilja hitta fólk kring landið, er tað mest vanliga, at fólkini verða boðsend at koma  til Havnar

 

Men í hesum førum er tað stovnurin, altso ALS, sum fer at ferðast kring landið at hitta viðskiftafólkini.

 

- Fyri at geva okkum eina betri fatan av støðuni hjá hvørjum einstøkum viðskiftafólki, alda vit, at vit fáa mest burturúr at hitta fólk, har tey búgva, sigur Magni á Deild Olsen.

 

Í hvørjum øki í landinum fara starvsfólkini hjá ALS sostatt at útvega sær høli í nakrar dagar, har tey fara at práta við viðskiftafólkini í økinum.

 

- Samstundis hava vit sett okkum fyri, at á hesi rundferðini skulu vit hitta so nógvar arbeiðsgevarar sum gjørligt.

 

- Endmálið við tí er at vita, hvørji útlit eru fyri, at teir fara at seta fleiri fólk og, hvørjar førleikar, teir sóknast eftir.    

 

- Tað, vit vilja við tí, er at vita um vit kunnu gera nakað fyri at byggja brýr ímillum tey arbeiðsleysu og arbeiðsgevararnar.    

 

Eru tað ávísir førleikar, arbeiðsgevarin sóknast eftir, kunnu vit í ALS kanna møguleikan fyri at hjálpa teimum arbeiðsleysu at útvega sær hesar førleikarnar, sigur stjórin í ALS.

 

Hann sigur, at sjálvsagt kann ALS ikki geva fólki eina veruliga útbúgving, men eru tað skeið, sum krevjast, er støðan ein onnur.

 

Hann nevnir í hesum sambandi, at ein kanning, ALS hevur gjørt, vísir, at nógvir arbeiðsgevarar eru sinnaðir at seta fólk.

 

Men reyði tráðurin er, at arbeiðsgevarar vilja hava fólk við útbúgving.

 

Hinvegin er støðan í ALS tann, at helvtin av teimum arbeiðsleysu eru ólærd.    

 

- Vit hava eina greiða fatan av, at beinleiðis samband við okkara viðskiftafólk, hevur stóran týdning í royndunum at útvega teimum arbeiði, tí ta persónliga  sambandi gevur okkum eina nógv greiðari fatan av støðuni hjá hvørjum einstøkum, sigur Magni á Deild Olsen.

 

Tað eru royndirnar, vit hava av teimum verkætlanum, vit hava havt í Vakstrarhúsinum og aðrastaðni, leggur hann afturat.