ALS: 54 arbeiðsleys á Varðanum Pelagic

ALS var í gjár suðuri á Tvøroyri.

Stóri eldurin á Varðanum Pelagic kostaði suðuroyingum størsta arbeiðsplássið í oynni, og tað hevur, sum vera man, rakt nógv fólk sera meint. 

 

 

Í gjár var ALS suðuri á Tvøroyri, har hesi høvdu fund við starvsfólk og leiðslu á Varðanum Pelagic. Orsøkin var fyrst og fremst at fáa tey fólkini, sum eiga at vera í fiskivirkisskipanin, atgongd til vanligu arbeiðsloysisskipanina. Hetta er orsaka av, at har er jú einki flakavirkið nú og tí er eingin orsøk at hugsa um tað skipanina, sigur stjórin í ALS í dag. 

 

 

Tað leiddi so til, at tá ið starvsfólkini hjá ALS fóru til Havnar aftur í gjárkvøldið, høvdu tey eina ørgrynnu av umsóknum um stuðul við sær. 

 

 

 

- Vit fingu í alt 54 umsóknir um arbeiðsloysisstuðul, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS. Á fundinum í gjárkvøldið vóru áleið 80-100 fólk til staðar og sostatt vóru tað ikki øll, sum søkti um upptøku í ALS. 

 

 

- Ein orsøk kann vera, at fleiri teirra skulu arbeiða við uppruddingini av virkinum, sigur Magni á Deild Olsen. Hann vísir tó á, at tað framvegis kann hugsast, at fleiri umsóknir um upptøku í arbeiðsloysisskipanina fara at koma teimum í hendi í nærmastu framtíð.