Lagt er upp til ársins poppveitslu, tá ið Alphabeat fer at spæla á Summar Festivalinum. Viðurkent enskt tónleikarit kallar bólkin fyri besta skandinaviska bólkin síðani ABBA Rósandi orðini um tey fáa ongan enda. Tey áttu eitt skifti í februar mest sædda sangin á YouTube. Enskt tónleikarit kallar bólkin fyri besta skandinaviska bólkin síðani ABBA. Spice Girls hava ligið á knøunum fyri teimum. Og MTV roknar við, at tey í ár gerast eitt av stóru nøvnunum í europeiskum popptónleiki.
Danski bólkurin Alphabeat er farin frá einum sigri til annan seinasta árið, og eftir eina sera væl eydnaða konsertferð í Onglandi í februar mánaði, tykist mest sum púra greitt, at tað stóra gjøgnumbrotið bíðar handa hornið.
Alphabeat hevur sín uppruna í danska býnum Silkeborg. Fyrstu árini spældu tey undir navninum Sodastar, men skiftu so til núverandi navn. Alphabeat gav í fjør sína fyrstu fløgu út, og hon fekk sera góð ummæli í donskum miðlum. Ummælarar vóru ovurfegnir um tann glaðan og fangandi popptónleikin hjá bólkinum.
Í fjørheyst flutti bólkurin til London, og har skuldi grundarlag skapast fyri einum størri europeiskum gjøgnumbroti. Og tað er væl ávegis. Alphabeat stormar fram, fólk flokkast á konsertunum hjá teimum, og ummælarar skriva síni ummæli við stórum smíli.
- Steðga øllum, sum tú fæst við! Alphabeat er besti skandinaviski bólkur síðani ABBA. Tú mást lurta eftir teimum, skrivar virda tónleikatíðarritið NME.
Tónleikarásin M