Alphabeat roynir seg við nýggjari stakfløgu

Poppbólkurin Alphabeat er veruliga á veg fram í Onglandi, og nú skal størsta hittið hjá bólkinum í Norðurlondum royna seg í Bretlandi

Tað er sangurin 10.000 Nights Of Thunder, sum nú verður givin út sum stakfløga í Onglandi.

 

Undanfarna stakfløgan hjá Alphabeat, Fascination, stóð seg sera væl og klatraði langt upp eftir singlehitlistanum í Bretlandi.

 

Nú verður spennandi at vita, hvussu 10.000 Nights Of Thunder fer at klára seg í Bretlandi, har Alphabeat er á konsertferð í løtuni.