Fyrr í ár vóru Alphabeat við sum stuðulsbólkur, tá Lady GaGa var á konsertferð í Evropa. Nú remixar Alphabeath nýggja sangin hjá kendu songkvinnuni, >>Telephone<<. Tað er gittarleikarin í bólkinum, Anders Bønløkke, ið stendur á odda við lagnum, men alt Alphabeat hevur hjálpt honum.
Umframt Lady GaGa, syngir Beyoncé eisini við á >>Telephone<<. Millum annað ger tað, at nógv ljóðspor eru, og tað hevur verið ein stór avbjóðing, sigur Anders Bønløkke við GAFFA.
Alphabeat goymir ikki, at tey eru ein stórur fjeppari hjá Lady GaGa.
-Tað er syrað at sleppa at fáa eitt lítið innlit inn í hennara tónleikaverð, sigur gittarleikarin úr Alphabeat.
Hann sigur tó eisini, at tey ikki fara at samstarva við Lady GaGa í framtíðini. Tey fara at leggja dent á teirra egna tónleik.