Góð nøvn í hópatali eru á lepanum til ársins Grøn Koncert í Danmark. Tað nýggjasta er Alphabeat. Bólkurin kemur sostatt í hóp við t.d. Thomas Helmig, Selvmord, D-A-D og Carpark North.
Bólkurin er eitt av 8 høvuðsnøvnum á ársins Grøn Koncert. Og harvið fegnast danskir ummælarar, tí harvið meta teir at tiltakið fær ein glaðan dám. Og ikki minst fegnast teir um at hoyra tónleikin hjá Alphabeat, sum hevur vunnið hjørtu hjá dønum, bretum og øðrum. Alphabeat halda til í London. Tey í Alphabeat hava vitjað í Føroyum, nevniliga á Summarfestivalinum í Klaksvík.










