Egon Øregaard, skúlaráðsformaður í Havn, tók í gjár ímóti skúlanevndarformonnum úr skúlanevndum fyri skúlar við framheildsdeild. Umboðini komu úr øllum landinum.
Orsøkin til, at skúlanevndarformenn úr øllum landinum stevndu til Havnar var, at teir í felag viðgjørdu støðuna í fólkaskúlanum, nú arbeiðssteðgur hevur verið millum sáttmálasettar lærarar í meira enn 4 vikur. Nevndarumboðini ætlaðu at finna fram til, hvussu tey kundu gagna gongdini í annars fastlæstu støðuni millum Føroya Lærarafelag og myndugleikarnar.