Í løtuni spælir 07 Vestur á útivølli ímóti NSÍ. Eftir ein tíma er støðan 1-0 til heimaliðið. Málskjútti beinanvegin var Klæmint A. Olsen, sum stútaði bóltin í málið eftir horna úr vinstru.
NSÍ hevði greiða yvirvág fyrstu løtuna, men síðani hevur tað gingið meiri javnt á.
24 ára gamli Erling Myklebust úr Noregi var ætlaður at verea fremsti álopstrumfur hjá 07 Vestur. Hann var á beinkinum í 5-0 heimatapinum ímóti KÍ síðstu sunnudag, og hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Í kvøld er Erling Myklebust ikki á listanum hjá 07 Vestur. Úr 07 Vestur leguni ljóðar, at norski álopsspælarin er farin til hús, og at hann ikki aftur fer at spæla við 07 Vestur.
Ein annar norðmaður, Martin Heiberg Petterson, kom í vetur til 07 vestur. Hann er í kvøld á miðvøllinum hjá 07 Vestur.