Álopssinnað HB lið

HB venjarin, Heðin Askham, sigur at vit fara at síggja eitt álopssinnað HB lið á Tórsvølli í kvøld.

HB spælir í kvøld seinna undankappingardystin til Champions League kappingina móti Lincoln FC á Tórsvølli. Fyrri dysturin millum liðini endaði við 1-1 javnleiki á Gibraltar og tí er útgangsstøðið hjá HB gott til dystin.

 

HB venjarin, Heðin Askham, hevur eisini góðar vónir til dystin.

 

-      Vit hava góðar vónir til dystin og vit ætla at leypa á frá byrjan. Vit eru ikki nøgdir við ein javnleik í kvøld, men fara eftir sigrinum.

 

Heðin Askham sigur at teir somu ellivu fáa afturval, sum spældu á Gibraltar í seinastu viku.

 

-      Tað verða teir somu ellivu á vøllinum í kvøld, sum til útidystin. Teir gjørdu tað væl og tí hava allir fingið afturval.

 

Uppstillingin hjá HB sær tí soleiðis út. Í málinum Teitur Matras Gestsson. Í verjuni René Joensen, Johan Troest Davidsen, Rógvi Holm og Alex José dos Santos. Á sentrala miðvøllinum Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen og Heini Vatnsdal. Og teir tríggir fremstu menninir vera Kristin Mouritsen, Levi Hanssen og Jóan Símun Edmundsson.

 

HB 4-3-3: Teitur M. Gestsson - René Joensen, Johan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Alex José dos Santos - Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal - Levi Hanssen, Kristin Mouritsen, Jóan Símun Edmundsson.

 

Dysturin byrjar á Tórsvølli klokkan 19:00.