Álopsfótbóltur á Argjum

Trygvi Mortensen var í ár venjari hjá mest skorandi liðnum í Effo-deildini. Tað skal nú síggjast aftur á Argjum

FC Argir, sum rekur besta liðið hjá AB, hevur í kvøld gjørt 1-ára sáttmála við Trygva Mortensen, sum skal standa á odda fyri besta liðnum komandi kappingarár.

 

Les eisini:Trygvi venjari á Argjum

 

- FC Argir setti seg í samband við meg og eg haldi at hetta er ein spennandi uppgáva. AB hevur nógvar góðar spælarar, og eg ætli at halda áfram at menna egna tilfeingið, sigur Trygvi Mortensen, sum tó ásannar, at onkur tiltongd verður.

 

- Tað er møguleiki fyri spælaratilgongd á onkrum av plássunum á liðnum. Hetta verður gjørt í samstarv við FC Argir, sigur Trygvi Mortensen

 

Trygvi Mortensen hevur lokið A-venjaraprógv. Hann hevur seinnu árini verið knýttur at NSÍ. Í fjør skoraði NSÍ flest mál í Effo-deildini.

 

- Tað eru nógvir dystir, sum havi verið tættir í EFFO-deildini hetta kappingarárið. Eg fari at arbeiða miðvíst fram móti, at úrslitini fella AB til fyrimuns. Eg eri ein álopssinnaður venjari, og hetta kemur væntandi eisini at mynda spæliháttin á Argjum komandi kappingarárið, sigur Trygvi Mortensen við ab.fo.

 

Trygvi sigur somuleiðis, at hann gjarna vil royna okkurt nýtt, eftir at hava verið knýttur at NSÍ í nøkur ár. Hann vísir eisini á, at tað nú verður leitað eftir hjálparavenjara.