Saman við Leif Niclasen vóru Arnbjørn Hansen og Gunnar Zachariassen, sum skutu flestu málini hjá EB/Streymi í fjør.
Men nú tað stundar til kappingarársbyrjan, hvílir nógv á herunum hjá áleyparanum frá Norðskála, tí bæði Arnbjørn Hansen og Gunnar Zachariassen fóru skaddir av vøllinum leygardagin.
EB/Streymur spældi móti NSÍ, men dysturin var lítið meiri enn byrjaður, tá fyrst Arnbjørn og síðani Gunnar takkaðu fyri seg.
Hjá Arnbjørn er talan um ein vøddaskaða. Greitt er, at hann ikki spælir fótbólt í fýra ella fimm vikur. Hjá Gunnar Zachariassen er knæið trupulleikin. Har verður roknað við, at hann er úti í eini tríggjar vikur.
Tað merkir, at tvey av trimum álopsessum hjá EB/Streymi, eru ógvuliga ivasom til kappingarsársbyrjan, tí landskappingin verður bríkslað í gongd 15. mars.