Álopið á týska jólamarknaðin: 52 ára gomul kvinna deyð

Talið av deyðum hækkar úr fimm upp í seks, eftir at ein bilur við nógvari ferð rendi á fólk á einum jólamarknaði í Magdeburg í desember.

Kertiljós og blómur framman fyri kirkju í Magdeburg fyri at minnast offur fyri jólamarknaðarálopinum. - Mynd: Peter Gercke/Ritzau Scanpix

Ein sætti persónur er deyður eftir álopið á ein jólamarknað í Magdeburg í desember.

Tað boðar týska ákærumyndugleikin frá, sambært tíðindastovuni AFP í dag.

Ein 52 ára gomul kvinna doyði, meðan hon var á sjúkrahúsi, orsakað av skaðunum, hon fekk í álopinum, sum fór fram 20. desember.

Her koyrdi ein maður ein bil inn á jólamarknaðin í Magdeburg við nógvari ferð, og deyðstalið er nú farið úr fimm upp í seks.

Harumframt fingu næstan 300 skaða.

Tann ákærdi er saudiarabiskur ríkisborgari. Hann er 50 ára gamal og hevur arbeitt á psykiatriskum sjúkrahúsi. Týskir myndugleikar hava eyðmerkt hann sum Taleb A.

Hann er í varðhaldi hjá myndugleikunum, sum handtóku hann á staðnum.

Motivið er framvegis ógreitt.

Maðurin hevur áður í fleiri førum verið ógvuliga atfinningarsamur ímóti islam og beint sína vreiði móti týsku myndugleikunum.

Ákæruvaldið hevur sambært týsku tíðindastovuni dpa sagt, at kanningarfólk fara at geva serfrøðingaálit um, hvørt ákærdi verður mettur at vera sálarsjúkur.

Týski innanríkisráðfrúan, Nancy Faeser, hevur sagt, at tekin vóru um júst tað.

Harumframt verður trygdin á jólamarknaðinum kannað.

Álopið í Magdeburg hendi átta ár eftir, at ein lastbilur koyrdi inn á ein jólamarknað í týska høvuðsstaðnum, Berlin. Her vórðu 12 fólk dripin.

Magdeburg liggur í statinum Sachsen-Anhalt í eystara parti av Týsklandi. Umleið 237.000 fólk búgva í býnum.

Týskland fer á val 23. februar, og álopið hevur elvt til kjak um trygd fram til valið.

 

/Ritzau/

 

Kertiljós og blómur framman fyri kirkju í Magdeburg fyri at minnast offur fyri jólamarknaðarálopinum. - Mynd: Peter Gercke/Ritzau Scanpix