Álop um alt Ukraina í dag

Í minsta lagi 16 sivilfólk hava latið lív í russiskum rakettálopum í ymiskum regiónum kring Ukraina í dag.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at álopini í dag hava verið í býum bæði har norðuri, eysturi og suðuri í Ukraina.

 

Landsins næst størsti býur, Kharkiv, er seinastu dagarnar raktur av fleiri ógvusligum álopum, og myndugleikarnir í býnum stúra fyri einum nýggjum russiskum álopskríggi móti býnum.

 

Álopini komu sama dag, sum russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, gav boð um at herða álopini á Ukraina - helst fyri at byrgja upp fyri, at ukrainski herurin fer at gera álop á undirstøðukervið í Donbas-regiónini og øðrum økjum, sum russar hava ræðið á.

 

Luhansk og partar av Donetsk í Donbas og partar av øðrum fylkjum har suðuri í Ukraina eru undir russiskum ræði.

 

NTB veit at siga, at í minsta lagi trý fólk doyðu og trý onnur vórðu særd, tá russiskar rakettir tíðliga í morgun raktu býin, Tsjuhujiv, sum liggur stutt úr Kharkiv.

 

Løgregluleiðarin í økinum, Serhij Bolvinov, sigur, at ein íbúðarbygningur í tveimum hæddum varð álopin og partvís oyðilagdur.

 

Í grannaregiónini Sumy doyði eitt fólk og sjey vórðu særd, tá russar skutu eftir trimum bygdum nærindis russiska markinum, og í Donetsk eru sjey sivilfólk dripin og 14 særd seinasta samdøgrið.