Bretska fregnartænastan heldur, at herverkið móti einum russiskum eftirlitsflogfari av slagnum A-50 í Hvítarusslandi sunnudagin er eitt álvarsligt afturstig fyri russar, um flogfarið ikki kann brúkast meira.
Missurin av A-50 fer at fáa týdning fyri hernaðarliga virksemið í luftini.
- Hesi flogfør veita týdningarmiklar upplýsingar til stríðsflogførini, sigur fregnartænastan og leggur aftrat, at russar nú hava seks flogfar eftir av slagnum.
Mótstøðubólkurin í Hvítarusslandi, sum kallast Bypol og andstøðupolitikarar, sum liva í útlegd, hava upplýst, at eftirlitsflogfarið, sum stóð á flogstøðini Masjulisjtsjij nærindis Minsk, varð álopið við álopsdronum.
Sambært bretsku fregnartænastuni hevur Bypol upplýst, at talan var um tvær spreingingar, og at flogfarið fekk skaða har frammi og miðskips, eins og radaraantennan á flogfarinum fekk skaða í álopinum.
Sum skilst, varð álopið framt av tveimum persónum í Hvítarusslandi, sum síðan sluppu sær úr landinum.