Ein bumba er brostin í býnum Beni har eysturi í Kongo, har fólk vóru samlað 1. jóladag.
Enn er ikki endaliga váttað, hvussu stórir skaðarnir eru, men myndir úr býnum vísa fleiri lívleys menniskju.
Lík liggja millum stólar og ymiskt annað uttan fyri matstovuna.
Stutt eftir, at bumban brast, hoyrdist ljóð frá tungum skotum, og fólk runnu fyri lívinum út úr miðbýnum.
Útlendskir miðlar skriva, at býurin Beni leingi hevur verið hóttur av álopum frá ADF.
Víðgongdir islamistar við tilknýti til IS tóku í summar ábyrgdina fyri tveimum álopum í Beni.
Tíðindastovan NTB skrivar, at nú stúra fólk fyri, at víðgongdir religiøsir fara at fáa fótafesti í økinum.
Útlenskir miðlar halda, at eini 25 fólk doyðu í álopinum í Beni í dag.