Aftur í dag hevur in.fo verið fyri álopið frá teldusníkum.
Talan er aftur hesa ferð um eitt sonevnt DDoS álop, har endamálið ikki er at vinna sær atgongd til eina síðu ella taka ræði av eini síðu, men at fáa eina ávísa heimasíðu at bróta saman. Við at biða teldur í túsundatali fara inn á eina heimasíðu samstundis, royna teldusníkar at leggja strongd á telduskipaninar handan heimasíðuna, og soleiðis fáa tær at bróta saman.
Poul Laust Christiansen, KT maður hjá in.fo, sigur, at tílík álop henda javnan og at álopið í morgun var eitt lítið álop. Álopini eru tó vorðin fleiri í tali í seinastuni, og hevur tað ført við sær, at trygdarskipanin hjá in.fo er dagførd.
- Hetta er gjørt fyri at geva in.fo eina betri verju móti slíkum álopum. Eitt var í morgun, eitt annað var í gjárkvøldið, so neyðugt er hjá okkum at hava eina góða verju, sigur Poul Laust Christiansen.
- Av og á síggja fólk eini boð, tá tey fara inn á in.fo, at skipanin kannar tín internetkagara. Hetta er okkara trygdarverja, sum er til arbeiðis, sigur hann.
Poul Laust Christiansen sigur, at tað einasta, sum vit sum brúkarar merkja til hesi álop, er at síðan til tíðir er torfør at fáa samband við og til aðrar tíðir gongur heldur spakuliga, men eingin vandi er fyri, at in.fo á nakran hátt smittar aðrar teldur.
gongur seinni, viðhvørt checking browser










