Tað er alt sum bendir á, at miðvallarin vil spæla við Real Madrid. Rafael Benitez er sinnaður at selja, men prísurin fyri miðvallarin er 35 milliónir pund. – Hann hevur fleiri ferðir víst á spanska landsliðnum, at hann er ein dugnaligur og umráðandi spælari. Vit síggja hann fegin í okkara hópi, sigur Manuell Pellegrini, venjari hjá Real Madrid, við spanskar miðlar.