Liverpool hevði bæði Gerrard, Torres, Garragher og Mascherano millum teir, ið byrjaðu inni, men megnaðu kortini einki at gera við spaniólar, sum spældu sín fyrsta dyst á nýggja leikvølli sínum. Millum teirra, ið kom á vøllin fyri Liverpool, var Xabi Alonso. Hann hevur fríggjað dúgliga við Real Madrid í summar og hevur alment sagt, at hann ynskir at sleppa á sølulistan. Benitez, venjari hjá Liverpool, hevur tó ikki mist vónina um, at leikarin verður verandi, skriva bretskir miðlar í dag. Annars var danski Daniel Agger ikki við í venjingardystinum – hann er skaddur.