Alonso var við í njósning

Tvífaldi heimsmeistarin í formil 1 Fernando Alonso kendi til njósnaratilfarið, sum McLaren liðið hevði og var til reiðar at brúka hesa vitan, men av tí at hann valdi at vitna móti arbeiðsgevara sínum, fær hann onga revsing.

Formil 1



Hendan vikan fer at standa, sum ein tann svartasta í søguni hjá formil 1 liðnum hjá McLaren-Mercedes. 100 milliónir dollarar í bót og dømdir at missa øll stigini í kappingini um heimsmeistaraheitið fyri lið, er ikki hissini revsing, men sambært forsetanum í motorítróttarfelagsskapinum FIA, skal McLaren prísa seg lukkuligan um, at revsingin var somikið lin. McLaren hava sambært Max Mosley hunddálka kappingina um meistaraheitið í ár, og FIA umhugsaði at senda liðið til hús, og biðja tey um ikki at vísa seg aftur fyrr enn í 2009, um liðið enn var til, til tað tíð. Hetta váttar eisini formil 1 forsetin, Bernie Ecclestone.


Alonso visti um njósning

Teir báðir koyrararnir hjá McLaren liðnum eru ikki raktir av revsingini, tí teir sambært FIA valdu at samstarva við kappingardómstólin. Hetta merkir tó ikki, at teir eru fullkomiliga ósekir, Millum annað bar BBC tíðindi um, at dómstólurin hevði útskriftir av teldupostsamskifti millum heimsmeistaran Fernando Alonso, royndarkoyraran, Pedro de la Rosa og McLareb høvuðssniðgevan Mike Coughlan, har teir tosaðu um, hvussu teir skuldu brúka tær 780 síðurnar av tilfari, ið Coughlan hevði fingið frá høvuðsmekanikaranum hjá Ferrari, Nigel Stepney.


Illur forseti

Max Mosley forseti í FIA, legði harðliga eftir liðstjóranum hjá McLaren, Ron Dennis, ið sambært FIA visti um njósnaratilfarið. Ein sjónliga illur, Mosley segði, at tað var hugstoytt at uppliva, at ein maður, ið tú hevur kent í 30 ár stendur og lýgur upp í andlitið á tær, og sigur, at hann einki kennur til nakra njósning, fyri síðan at verða avdúkaður. Sambært bretskum miðlum er McLaren liðið varisligt við at úttala seg, og rindar væntandi bótina uttan at muta ímóti.