Formel 1
Men Michael Schumacher er ikki vorðin heimsmeistari 7. ferð uttan orsøk. Ferrari bilurin hjá Schumacher hevði eitt sindur meira av bensini enn kappingarneytarnir, og við nøkrum sera skjótum umførum megnaði Schumacher at fara frá 10. støðu áðrenn fyrsta pit-stop upp á 3. støðu aftan pit stoppið. Samstundis var hann beint í hølunum á Jenson Button á øðrum plássið og koyrdi umførini 2 sekund skjótari enn Button og Alonso .
Áðrenn seinna pit-stop megnaði Schumacher at sleppa framvið Button. Aftaná pit-stoppið, varð hann beint í hølunum á Alonso, við 12 umførum eftir, tyktist langt á mál fyri Alonso, sum hevði síðuspeglini full av reyðum Ferrari.
Fleiri ferð var Schumacher beint við at yvirhála Alonso. Men á Immola er sera torført at sleppa framvið, og hóast seinastu 12 umførini vóru nøkur av teimum mest spennandi í fleiri ár, so megnaði Alonso at koyra fyrstur á mál fyri triðju ferð í ár. Schumacher kom á mál 0,2 sekund aftaná. Jenson Button fekk triðja plássið á sigurskammilinum, og avloysarin hjá Juan Pablo Montoya í McLaren-Mercedes Alexander Wurz gav liðnum virðismikil stig á fjórða plássi.
Finnin Kimi Räikkönen byrjaði annars bestur: Av fyrstu byrjunarstøðu økti hann leiðsluna fyrstu umførini. Men knappiliga á 9. umfari, vildi hansara McLaren-Mercedes ikki longur. Longu tá vóru Renault bilurin hjá Giancarlo Fisichella og Minardi bilurin hjá Patrick Friesacher steðgaðir upp. Eisini Ferrrari bilurin hjá Rubens Barrichello steðgaði skjótt aftaná. Hin Minardi bilurin hjá Christijan Albers kom heldur ikki á mál. Hetta var fyrstu ferð at Minardi royndu nýggja bilin, og royndin varð heldur skuffandi.
Aftan á koyringina varð Ralf Schumacher ákærdur fyri óregluligan atburð í samband við eitt pit-stop. Toyota valdu beinanvegin at kæra avgerðina. Verður Ralf dømdur missir hann stigið, sum hann hevur fingið á Immola.










