Formel 1
Koyringin var óvanliga spennandi og fyrstu 12 umførini lógu Alonso og Schumacher við undir einum sekundi í frástøðu. Og nógvar kappingar vóru í kappingini. Eitt nú, var Barrichello sera sannførandi, hann koyrdi av aftasta plássið og heilt upp í stigini. Hetta gav nógvar og góðar yvirhálingar, áðrenn Barrichello eisini fekk tekniskar trupulleikar og spakuliga datt aftur úr stigunum.
Bert góðu avkoyringarmøguleikarnir í Bahrain bjargaðu Michael Schumacher frá eini vanlukku, tá bilurin í nógvari ferð fekk tekniskar trupulleikar. Michael Schumacher koyrdi beint í pit har hann steðgaði.
Jarno Trulli í Toyota fekk annað pláss, við enn einari sannførandi Toyota framførslu. Kimi Raikkonen í McLaren/Mercedes gjørdist nummar trý.
Hin Toyota koyrarin Ralf Schumacher vísti, at hann eisini dugur at fáa sín bil í stigini, og gjørdist nummar fýra.
Eisini avloysarin í McLaren-Mercedes fyri skadda Juan Pablo Montoya, spaniumaðurin Pedro de la Rosa koyrdi eina rimmar koyring. Við nógvum yvirhálingum fekk hann eitt sera heiðurligum fimta plássi. Mark Webber í Williams-BMW stríddi sær eitt sætta pláss. Felipe Massa koyrdi fyrstu stigini í hús fyri Sauber-Petronas á sjeynda plássi, meðan David Coulthard fekk eitt stig á áttanda plássi.