$35.000.000 ella á leið 195 milliónir krónur. Tað var tað, sum Fernando Alonso forvann í fjør sambært amerikanska Sports Illustrated.
Hetta ger hann til best løna ítróttamann í heiminum sambært blaðnum.
Tey tíggju ovast á listanum eru hesi. Í klombrum er upplýst ársinntøka í dollarum.
1 Fernando Alonso, Formel 1 (35.000.000)
2 Ronaldinho, Fótbóltur (32.700.000)
3 Roger Federer, Tennis (31.343.885
4 Valentino Rossi, motorsport (30.000.000)
5 David Beckham, Fótbóltur (29.700.000)
6 Yoa Ming, kurvabóltur (27.455.000)
7 Ichiro Suzuki, Baseball (24.000.000)
8 Maria Sharapova, Tennis (23.799.501
9 Thierry Henry, Fótbóltur (21.400.000)
10 Michael Ballack, Fótbóltur (20.900.000)
Á listanum er tó bert íroknað inntøka, sum stavar frá avrikunum innan ítróttina. Verða marknaðarføringsinntøkurnar hjá ymsu ítrottafólkunum íroknaðar, er myndin ein heilt onnur. Tá er Tiger Woods hægstur á listanum við ikki minni enn $112.000.000. Ella 622 milliónum í ársløn!