Eftir bert einum ári hjá McLaren-Mercedes skiftir Formil 1 koyrarin, Fernando Alonso, aftur til gamla felagið, Renault, har hann hevur vunnið tvey heimsmeistaraheiti. Alonso hevur ikki havt tað lætt í ár. Hann hevur havt sínar konfliktir við felagið og hin koyraran, Lewis Hamilton, sum eisini liggur á odda í HM-kappingini, og tí hevur leingi ljóðað, at Alonso hevur verið á veg í annað felag. Og í dag veit týska blaðið, Bild, at siga, at Alonso hevur skrivað undir eina avtalu, sum bindur hann við Renault í trý ár. Tað einasta sum manglar, er at finna útav, hvussu nógvar pengar McLaren skal hava fyri at sleppa Alonso.










