Alneyðugt við kostráðgeving til fólk við Typu 2 Diabetes

Poula Patursson, Kliniskur dietistur, cand.scient.klinisk ernæring
----
Millum 2500 og 3000 føroyingar eru raktir av Typu 2 Diabetes ella ”gamlamannasukursjúku”. Teir seinastu dagarnar hevur tað verið frammi, at føroyingar við Typu 2 Diabetes ikki hava møguleika at sleppa til dietist. Ì teimum londum, ið vit vanliga sammeta okkum við, eru dietistar ein sjálvsagdur partur av toyminum, ið viðgerð Typu 2 Diabetes. Í Føroyum er tað kommunulæknin, ið eigur ábyrgdina av viðgerðini, men læknin hevur ikki møguleika at ávísa sjúklingin til dietist, tí ongin dietistur er settur í primera heilsuverkinum.
Danska Sundhedsstyrelsen og American Diabetes Association leggja áherðslu á, at tað er av stórum týdningi at tosa við dietist sum skjótast, tá sjúklingurin hevur fingið staðfest Typu 2 Diabetes. Hetta tí, at kostbroytingar eru eitt tað týdningarmesta í sjúkuviðgerðini. Ein løggildur kliniskur dietistur hevur holla vitan um, hvussu matur ávirkar blóðsukrið, og kann tí vegleiða um, hvussu maturin verður settur saman, og hvussu mann etur heilsugott. Eisini kann ein dietistur vera ein góður samstarvsfelagi hjá læknanum, tá broytingar í diabetes¬heili¬vági verða gjørdar. Fleiri kanningar vísa á, at kostráðgeving frá dietisti hevur stóra ávirkan á langtíðarblóðsukrið, sokallaða HbA1c, sum beinleiðis ávirkar lívsgóðskuna og framtíðarútlitini hjá sjúklinginum.
Útlitini til Typu 2 Diabetes eru økt, um tú ert ov tungur ella hevur hjarta-æðrasjúka, ov høgt kolesterol ella ov høgt blóðtrýst. Eisini ert tú í serligum vanda, um onkur í familjuni hevur Typu 2 Diabetes. Typa 2 Diabetes er í skjótum vøkstri í Føroyum, júst sum úti í heimi. Harumframt vísti Gigni í fjør á, at talið av føroyskum børnum, ið viga ov nógv, er vaksandi. Ovurfiti í barnaárum økir um vandan fyri ovurfiti, Diabetes ella hjarta-æðrasjúku seinni í lívinum, og tí er neyðugt at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk sum skjótast.
Landsstýrismaðurin í Heilsumálum setti í fjør ein arbeiðsbólk at orða eina nýggja diabetesheildarætlan. Tað er gleðiligt at síggja, at fyribyrging og viðgerð av sukursjúku verður uppraðfest og at eitt miðvíst arbeiði fer fram. Mannagongdir viðvíkjandi álitum taka sum øllum kunnugt sína tíð, og spurningurin er tí, um onkur fyribils loysn átti at verið sett í verk, meðan við bíða eftir at hetta álit verður liðugt viðgjørt.